Almenningurin fær ikki at vita, hvussu stórur biti av køkuni fer til privata smápartafelagið Progress, hvørja ferð Kringvarpið fær ein sponsor til eina útvarps- ella sjónvarpssending.
Herfyri kom undan kavi, at Kringvarp Føroya hevur givið einum privatum smápartafelag loyvi at selja sponsoravtalur um allar sendingar hjá almenna stovninum.
Talan er um nýstovnað felag, sp/f Progress við Havgrími Johannsen, sum hevur fingið í lag avtaluna, ið gevur smápartafelagnum heimild at selja vegna Kringvarpið.
Sambært sáttmálanum verður sp/f Progress provisiónslønt fyri sítt arbeiði. Tað verður vanliga gjørt fyri at eggja sølufólki til at selja so nógv sum yvirhøvur tilber. Sambært sáttmálanum eigur arbeiðið at byggja á góðan keypmannskap.
Men almenningurin fær ikki innlit í, hvør provisjónin er til smápartafelagið, ið hevur fingið til uppgávu at selja sponsorat til framleiðslur hjá almenna Kringvarpinum.
Atlitið til smápartafelagið vigar meira, sambært Kringvarpinum.
- Grundgevingin er hon, at innlit í prosentupphæddina kann hava ávirkan á fíggjarviðurskifti og kappingarstøðuna hjá spf Progress, sigur Johan Mortensen, leiðslusamskipari.