Ofta finnast miðlafólk at, at summir miðlar ikki vilja endurgeva aðrar. Summi miðafólk hava slíkan stoltleika, at tey vilja ikki viðganga, at tey hava »lænt hugskotið« frá øðrum miðli. Serliga er tað Kringvarpið, sum stendur fyri skotum, tí tað er so lætt at gera útvarp, tá tú kanst brúka tað, sum aðrir journalistar hava gjørt frammanundan.
Men hevur Kringvarið trupult við at endurgeva Sosialin, in.fo og Portalin, so endurgeva tey fegin Norðlýsið og Vágaportalin. Kanska tí, at teir eru smáir.
Men seinastu vikurnar hava tey funnið upp á eisini at endurgeva Dimmalætting. Týsmorgunin var tað fyrrverandi blaðmaðurin á Dimmalætting, Heini Gaard, sum fekk trong at endurgeva Dimmalætting fyri nakað, sum stendur í einum lógaruppskoti á tingi, sum Dimmalætting, eins og so nógvir aðrir miðlar endur gav í summar. Í síðstu vikur var tað fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Brynhild Thomsen, sum hevði somu trongd at endurgeva Dimmalætting í útvarpinum hjá Kringvarpinum.
So hóast Dimma er deyð, so livir hon enn sítt fríska lív til endurgeving í Kringvarpinum.