Kvf ignorerar eisini kvinnurnar

Tað er sjón fyri søgn, at Kring­varp Før­oya – okkara public ser­vice kringvarp – ikki held­ur tað vera á hugavert, at vit hava eitt kvinnulandslíð í fót­bólti.

So óinteressant er tað, at Kring­varp­ið valla tekur upp á tungu, at kvinnulandsliðið í fót­bólti spælir í Svøríki í hes­um døgum. Har sær eing­in í halaferðina á Kring­varp­i­num.
Men í síðstu viku helt Kring­­varp­ið tað hava týdn­ing at varpa ljós á, at Fót­bólts­sam­band­ið held­ur kvinn­u­fót­bólt vera so ó­int­er­es­santa, at tær ikki fáa eitt klov­ið oyra, tá tær eru á ferð sum okkara ambassadørar, eins og menninir. Kring­varp­ið dró for­kvinn­una í javn­støð­u­nevnd­ini í studuio at siga sína hugs­an um, hvussu mans­dom­iner­að­ur før­oysk­ur fót­bólt­ur er.
So er spurningurin, um Kring­varp­ið eisini er so mans­dom­i­ner­að, at ella um kvinn­u­fót­bólt­ur er so ó­­int­er­es­s­ant­ur, at hann skal ikki nevn­ast ella varpast út í út­varpi og sjón­varpi, eins og fót­bólt­ur­in hjá monnunum.
Stað­festast má, at alt ikki er ­log­i­skt...