Í morgun og nakað út á seinnapartin hevur Sissal Kampmann frá Kringvarpinum verið í Posthúskjallaranum, har skráin og Norðoyastevnan annars hevur verið til viðgerðar.
Gerstir í sendingin hava m.a. verið Beinir Johannesen, býráðslimur, sum setti Norðoyastevnuna og vísti á tað stóra sjálvboðna arbeiðið, sum verður lagt í Norðoyastevnuna frá nógvum síðum. Jógvan á Høvdanum var eisini á gátt og greiddi frá Norðoyastevnuteitinum, sum hann er partur av.
Beinta Gregersen, sum er leiðari á Atlantis og Steintór Rasmussen, sum fer at halda miðnáttarrøðuna í kvøld, greiddu frá teirra leikluti og hvat tey fara at vitja á Norðoyastevnu. Sama gjørdi Annika Waag frá Føroya Bjór, sum í ár eisini kann hátíðarhalda sín 130 ára føðingardag sum virki undir saman navni øll árini.
Klokkan 15 í dag letur upp Norðurlist 2018 í Posthúskjallaranum og tí var nógv stákan har undir sendingini, men bar tað tó væl til. Hans Andrias Jacobsen spælir nøkur løg go Signhild V. Johannesen sigur nøkur orð í sambandi við at framsýningin letur upp.
Øll vildu tey sleppa útaftur í góðveðrið uttanfyri og annars at njóta Norðoyastevnuna, sum hevur nógv ymiskt at bjóða.










