Kvettu vatnveitingina í Hoyvíkshaganum

Umleið hundrað húsarhald í Hoyvíkshaganum mistu í gjár vatnveitingina aftaná eitt arbeiðsóhapp.

Um fýra tíðina seinnapartin í gjár varnaðust fleiri húsarhald ovast í Hoyvíkshaganum, at vatnveitingini fór og var burtur í nakrar tímar. Talan var um gøturnar kring rundkoyringina á Ólivantsgøtu, ið mistu vatnveitinga aftaná eitt arbeiðsóhapp, har arbeiðsmenn av misgáum gróvu ein vatnkaðal upp.


- Vit fingu eina fráboðan um, at í samband við eina útstykking í økinum, so varð ein kaðal av misgáum grivin upp. So vit vórðu noydd at skrúva fyri vatninum, meðan vit settu eitt stykki ímillum. Vatnveitingin til húsini í økinum var vekk í umleið 1-2 tímar, sigur Jógvan Andreasen, vatnmeistari í Tórshavnar kommunu.


Avgjørt varð at skrúva fyri vatnveitingini við rundkoyringini á Ólivantsgøtu, og vóru tað harvið umleið hundrað húsarhald, ið mistu vatnveitingina í gjár seinnapart.