Kvettu Dannebrog undir flaggdagshaldi

Ein persónur kreyp undir flaggdagshaldinum í Havn í dag upp um garðin hjá Ríkisumboðnum og kvetti flagglínuna, so Dannebrog fall til jarðar.

Sjónváttar siga, at tað var ein persónur í húgvu, sum hoppaði upp um grótgarðin niðan ímóti Glaðsheyggi.

Spurningurin er so, um talan er um beistagerð ella herverk, men flagglínan varð skorin av við knívi, so tað verður helst mett sum herverk á ríkissins ogn.

Danskir stovnar í Føroyum flagga vanliga við Dannebrog, eisini flaggdagin, sum er teirra háttur at heiðra flaggið

Tó eru undantøk, tí løgreglan plagar at flagga við Merkinum flaggdagin.

Á ólavsøku flagga allir danskir stovnar í ríkinum við Merkinum.