Erdogan er framvegis forseti í Turkalandi, og stjórnin hjá honum heldur fram.
Tað er støðan, eftir at royndin hjá pørtum av turkiska herinum at taka valdið í gjárkvøldið og í nátt miseydnaðist. Tað vísti seg, at stórur partur av herinum var trúgvur ímóti forsetanum, og nú er tað greitt, at herurin framvegis er í parti við forsetanum. Ábyrgdarmenninir fyri uppreistrinum eru settir fastir og samstundis riknir úr sínum størvum.
Eina løtu í gjárkvøldið var støðan ógvuliga spent – serliga í høvuðsstaðnum Ankara og Istanbul. Stríðsvognar vóru at síggja, og hernaðartyrlur og flogfør vóru í luftini. Ein tyrla hjá uppreistrarmonnunum varð skotin niður yvir Ankara, og skot vóru latin av og parlamentsbygningurin er bumbaður og illa farin.
Í morgun hava turkisku myndugleikarnir upplýst, at í minsta lagi 90 lótu lív í uppreistrinum, og at 1.154 fólk eru særd.











