Endamálið við hernaðarkvettinum í Turkalandi skal vera at varðveita lóg og landaskil, umframt at mannarættindini skulu verða vird, og ætlanin er at fyrireika eina nýggja grundlóg, ljóðar í eini fráboðan frá turkiska herinum.
Hernaðarflogfør og -tyrlur flúgva yvir høvuðsstaðnum, Ankara, og skot hoyrast, siga sjónarváttar. Stríðstvognar hava eisini verið at sæð við Atatürk-flogvøllin í Istanbul, har eingin flogferðsla er nú, og brúgvarnar um Bosporos-sundið eru stongdar.
- Hetta er ein kvettroynd, men vit ætla ikki at lata hesa royndina eydnast. Vit vilja varðveita fólkaræði, sigur turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildirim. Og forsetin, Erdogan, hevur sagt við CNN Turk, at talan er um ein lítlan hernaðarbólk, ið stendur aftan fyri kvettroyndina og roynir at eggja fólkinum til at gera uppreistur.
Landið í undantaksstøðu
Yvirlýsingin frá herinum, sum er kunngjørd í turkiskum sjónvarpsrásum, sigur tað vera eitt friðarráð, ið nú stjórnar Turkalandi, og somuleiðis verður sagt, at viðurskiftini við onnur lond verða óbroytt.
Samstundis verður sagt, at herurin hevur fult tamarhald á landinum, og sum skilst, eru fleiri av ovastu herleiðarum í landinum við í kvettroyndini. Eisini ljóðar í kvøld, at ovasti herleiðarin í landinum er tikin sum gísli.
Almenna turkiska sjónvarpið hevur kunngjørt, at undantaksstøða er lýst í Turkalandi, og arabiska sjónvarpsstøðin, Al-Jazeera, sigur samanbrestir vera millum politiið og herin í Istanbul, umframt at stríðsvognar hava kringsett tjóðartingsbygningin í Ankara og hernaðartyrlur hava søkt at høvuðsstøðini hjá trygdartænastuni.
Útlendskar sendistovur heita á borgarar úr øðrum londum, sum eru staddir í Turkalandi, um at halda seg innandura og helst at verða verandi á sínum gistingarhúsum, heldur enn at fara út at forvitnast í ótryggu umstøðunum, ið kunnu vera.









