Kvetti streymkaðal hjá SEV av

Ólag var á streyminum í morgun, og tað órógvaði eisini skúlanæmingar, sum vóru til roynd á teldu

Í morgun varð streymurin burtur í Hvalba, Sandvík og einum parti av Tvøroyri eina heilt lítla løtu í morgun.

 

Finn Jacobsen hjá SEV, sigur, at skipanin boðaði frá breki og fyri at staðfesta, hvat brekið var, varð streymurin fyrst tikin í Hvalba og í Sandvík í nøkur sekund, men har var einki brek.

 

Síðani varð streymurin tikin í einum parti av Ørðavík, Tvøroyri, Trongisvági og nøkur sekund, og tá varð brekið funnið.

 

Finn Jacobsen sigur, at tað vísti seg, at vera ein maður, sum hevði kvett ein kaðal hjá SEV av við eini gravimaskinu í sambandi við arbeiði á Tvøroyri.

 

Hann sigur, at tað er ikki ókent, at fólk seta á at grava við maskinum, uttan at kunna seg um, hvar kaðalar av ymsum slagi liggja og so verða tveir kvettir av.

- Tað er rættiliga harmiligt, at nøkur ikki vísa størri fyrilit, táið tey seta á at grava, sigur hann.

 

Hann sigur, at tey vita, hvør tvetti kaðalin av, og at SEV fer at krevja endurgjald fyri tað, brekið kostar at umvæla.

 

Bæði í Hvalba og á Tvøroyri sótu næmingar í framhaldsdeildini til roynd á telduni og teir vóru sostatt eisini órógvaðir. Onkur næmingar, sum ikki høvdu goymt tað, tey høvdu gjørt, mistu eitt sindur av arbeiðnum og tað mátti so gerast umaftur.

 

Summir næmingar órógvaðust eisini av streymslitinum, so tað er ikki so heppið, siga lærararnir.

Streymslitið hevði so við sær, at næmingarnir sótu eitt sindur longri enn annars.