Kvetta alt samskifti við Sýrialand

Grannalondini hjá Sýrialandi vilja ikki góðtaka ta harðrendu framferðina hjá Bashar al-Assad, forseta ímóti mótmælisfólkinum longur, og tey fara tí nú at kvetta alt fíggjarligt og handilsligt samskifti við landið. Samstundis leggja tey hald á allar sýriskar ognir.

Tað var greitt aftan á ein fund hjá Arabisku Samgonguni í Kairo í dag.

Í samtyktini frá fundinum í dag stendur eisini, at eingir sýriskir politikarar ella embætismenn fáa innferðarloyvi til londini í samgonguni, og at øll vinnulig flúgving til Sýrialands steðgar. Harafturat steðgar alt samskifti við tann sýriska tjóðbankan.

Umleið helmingurin av tí sýriska útflutninginum fer til arabisk lond, og ein fjórðingur av landsins innflutningi kemur úr tí arabiska heiminum.