Umleið 35 irakskir embætismenn eru tiknir og skuldsettir fyri at hava havt ætlanir um statskvett Teir 35 embætismenninir, sum ætlaðu at koyra stjórnina frá, hava arbeitt í innanríkisráðnum í Bagdad, skrivar New York Times.
Embætismenninir eru tiknir teir seinastu tríggjar dagarnar, og tað var ein servand deild hjá iraksku løgregluni, ið tók sær av handtøkunum.
Frá fregnartænastukeldum hevur New York Times fingið at vita, at embætismenninir eru limir í felagsskapinum Al Awda, sum sigst hava ætlanir um at endurstovna Baath-flokkin hjá Saddam Hussein.