Kvennhetja spælir á stóra pípuurgu

Lidia Ksiazkiewiczfer fer at spæla á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði, og hon fer at spæla á stóru pípuurguna í Fuglafjarðar kirkju.

Lidia Ksiazkiewicz er borin í heim í Poznan í Pólandi í 1977. Hon byrjaði at spæla klaver sum fimm ára gomul og seinni, tá hon var tjúgu ár, fór hon at læra seg orgulspæl. Sum genta og ungmoyggj las hon eisini á tónlistaakademinum í Bydgoszcz og Poznan í Polandi. Hon arbeiddi miðvíst og kláraði seg óføra væl – ja, so væl, at hon vann hægstu og tignarligastu virðislønir fyri avrik síni á nevndu útbúgvingarstovnum.

 

Síðan hevur hon vunnið eina langa røð av tónlistakappingum. Hesar eru eitt nú fyrsta virðisløn í “International Music Competition of the 20th Century” í Warzawa (1994), fyrstu virðisløn í “International Organ Rimini” í Italiulandi (2004), gjørdist vinnari av “International Organ Competition of Haarlem, Cesar Franck, Netherlands “ (2000), vinnari av “International Competition Reger/Messiaen Graz, Austria” í 2003, og hon gjørdist vinnari av hávirðismettu kappingini, “Grand Prix de l ́ Académie des Beaux Arts, Angers, France” (2004).

 

Lidia Ksiazkiewicz er ein av teimum stóru klaverleyvunum, sum Evropa hevur fostrað, og hon hevur ferðast og spælt í nógvum londum, eitt nú í Fraklandi, Pólandi, Luxembourg, Russlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Italiu, Kekkia, Slovakia, Albania, Danmark, Eysturríki og Spaniu. Hon hevur eisini vunnið eitt ótal av virðislønum fyri síni tónlistarligu evni.

 

Umframt útbúgving í klaver- og orgulspæli, hevur Lidia Ksiazkiewicz eisini nomið sær djúpan kunnleika í tónleikanámsfrøði (National Diploma of Education in Organ and Piano) og hevur skrivað og útgivið bøkur og greinar um hegni og fingrafimi í samband við orgulspæl.

 

Lidia Ksiazkiewicz hevur spælt í útvarpi og sjónvarpi í Wien, Warzawa, Tirana, Bilbao, Krakow, Paris, Haarlem, Keypmannahavn, Bonn, Dusseldorf, Bordeaux og Saint-Remy. Hon er virkin urguleikari í stóru kirkjuni, Cathedral of Laon og undirvísir á tónlistaskúlanum, ”Conservatory and Academy of Music” í Strasbourg í Fraklandi. Úrmælingurin fer at spæla á stóru pípuurguna í Fuglafjarðar kirkju í samband við Harmonikufestivalin í Fuglafirði næsta vikuskiftið.