Kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum um, hví føroyingar velja at búseta seg í Danmark vísti tað sama. Um størvini vóru nóg spennandi, vildu eisini tey framsóknu fegin heim aftur til Føroyar.
Loksins høvdu vit eina greiða mynd av, hvat skuldi til, til tess at fáa føroyingar heimaftur.
Lagamanni hjá politikarum
Kann ein politikari ynskja sær meir enn so feska og ítøkiliga vitan frá útisetunum um, hvussu teir fáast heimaftur? Upplagt at fara til verka og skipa arbeiðsmarknaðin, so at Føroyar vórðu valdar ‘til’. Undir fíggjarlógarviðgerðini hoyrdu vit tingfólk aftur og aftur endurtaka, hvussu týdningarmikið tað var at hava byggivirksemi í øllum landinum, tí stígur var væntandi. Í so máta vóru flestøll samd.
Útlendingar ella føroyingar?
Einans 6 vikur eru lidnar, síðan vit øll tvíhildu um hetta. Men nú fara útlendingar avstað við føroyskari milliónaverkætlan fyri nøsini á føroyingum, meðan arbeiðsloysi er vaksandi (hóast tað enn er lágt). Um hetta ikki skríggjar til himmals, skilji eg púrt einki. Meini so við, ein høvuðsgrundgeving fyri einum so ovurhonds stórum halli á fíggjarlógini – meir enn hálvari milliard – var at fyribyrgja arbeiðsloysi.
Ársins leiðaradagur
Fyri stuttum var ársins leiðaradagur. Avbera læruríkt at hoyra umboð fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum og vinnulívsfólk siga sína hugsan um politisku raðfestingarnar og okkara arbeiði sum heild. Ikki sørt, at eg hitnaði um oyruni!
Fyrilestrarhaldari við dyggum royndum í byggivinnuni segði í síni røðu, at útlendingar uttanlands stundum tóktust at hava størri álit á føroyskum entreprenørum og ráðgevandi virkjum enn føroyskir myndugleikar. Dømini vóru eitt nú orðingar, sum høvdu verið í almenna rúminum, um at føroyingar ikki dugdu at byggja eina ítróttarhøll ella at hava eftirlit við prestagørðum, sum í roynd og veru ikki vóru annað enn gomul sethús. Eisini varð nógv sagt um allar tunlaverkætlaninar hjá sitandi samgongu, men tað lati eg liggja á hesum sinni.
Hvat er at missa?
Um talan er um verkætlanina á landssjúkrahúsinum varð tikið av tilboði sum var 6 milliónir bíligari enn føroyskt tilboð. Fíggjarmálaráðharrin segði herfyri á tingi, at vit máttu hava í huga, hvussu vit fingu mest fyri peningin. Nakað er sjálvsagt um tað.
Mær tykir tó ikki, at roknistykkið er so einfalt. Umframt, at fleiri føroyingar gerast arbeiðsleysir og fáa ALS heldur enn eina góða løn, starvsfelagar og ein intaktan arbeiðssamleika er tað bert ein partur. Um verkætlaninar ferð eftir ferð fara av føroyskum hondum fáa føroysku entreprenørar og ráðgevar ikki tær royndir og menning sum er alneyðug. Í ringasta føri kann byggivnnan fara fyri bakka. Samstundis kann neyvan væntast, at serliga nógvir timburmenn, elektrikarar, húsasmiðir ella múrarar verða útbúnir. Tí hvar skulu teir læra, um einki arbeiði er? Verkfrøðingar, arkitektar og allir entreprenørar áttu júst í hesum døgum at kent vælvildina, sum jú var tingsins vilji.
Men hetta vóru kanska bara føgur orð?
Hvat gera vit nú?
Vit mugu vísa byggivinnuni, at vit hava álit á henni og at ætlanin er, at peningurin til byggivirksemi eisini skal fara til føroyska arbeiðsmegi. Sjálvandi skulu útlendsk feløg eisini kunna bjóða og prísirnir vera kappingarførir - men kappingin skal vera fair. Saman við vinnuni og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, má bera til at finna eina loysn, har allir partar hava ein góðan smakk í munninum. Ein loysn har: lønin er sambært føroyskum sáttmálum og kappingin er rættvís.