Kveikingardagurin hevur methøga luttøku

Hetta er 13. ferð at kveikingardagurin verður hildin

Tað er SSP sum skipar fyri kveikingardegnum, endamálið er at veita fakfólki, sum arbeiða við børnum og ungum íblástur.

 

Ymisku fakfólkini hava ymiskar mátar at arbeiða uppá. Á kveikingaregnum fáa fakfólk høvi at hittast, og í felag samstarva um at tryggja trivnaðin hjá børnum og ungum.

 

- Hvat vita vit eydnast, og hvussu gera tey í grannalondunum? Hetta er týdningarmikið tí børn og ung eru okkara framtíð, sigur Daisy J. Iversen, ráðgevi í SSP.

 

Í ár snýr Kveikingardagurin seg serliga um at fyribyrgja at børn og ung koma illa fyri. Eitt nú eru danskir fyrilestrarhaldarar komnir, at greiða frá eini verkætlan, sum snýr seg um at lofta teimum ungu í náttarlívinum.

 

Kveikingardagurin hevur í ár methøga luttøku, 300 fólk eru savnað á Hotel Føroyum. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##