Kveik eitt ljós í myrkrinum

Kann ein pennur broyta heimin, og kann eitt bræv bjarga einum lívi? Ja, tað er júst tað, sum ein pennur kann, og eitt bræv gera

Kann ein pennur broyta heimin, og kann eitt bræv bjarga einum lívi? Ja, tað er júst tað, sum ein pennur kann, og eitt bræv gera. Og tí eggja vit øllum føroyingum at skriva eitt bræv og at kveikja eitt ljós at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd.

 

Soleiðis skrivar Amnesty International Føroya Deild í dag í samband við mannarættindadagin:

 

Flestu myndugleikar velja at taka brøvini frá Amnesty International til eftirtektar. Serstakliga tá tey koma í túsundatali úr øllum heiminum. Amnesty hevur skipað fyri brævaskriving í fleiri enn 50 ár, og hvørt ár eru fleiri fólk leyslatin ella hava fingð betur viðurskifti. Á Altjóða Mannarættinda- degnum í ár eggjar Føroya deild føroyingum at tendra eitt ljós og skriva eitt bræv.

 

“Tað vóru serliga brøvini við tekningum frá skúlanæmingum, sum ávirkaðu meg.”

 

Soleiðis sigur Ales Bialiatske úr Hvítarusslandi, sum varð leyslatin í juni í ár. Ales varð handtikin eftir at hava brúkt 15 ár uppá at verja fólk, hvørs rættindi vórðu skerd. Nú hevði hann hjálpina fyri neyðini, og hann nýtir her høvi at takka fyri hvørt einasta bræv, sum sambært Ales hevur nógv størri týdning í fangaskapi enn í frælsi.

 

Hvat um títt bræv kann bjarga einum lívi?

 

Í fjør sendu vit nógv brøv, harímillum eini 100 brøv, har føroyskir skúlanæmingar høvdu brúkt tíð at skriva og tekna hjartanemandi heilsur úr Føroyum. Aftur í ár eggjar Amnesty føroyingum - stórum sum smáum, skúlum sum bindiklubbum - at brúka 10 minuttir upp á at festa eitt orð, eitt navn ella eina tekning á eitt bræv. Hvat um títt bræv kann bjarga einum lívi?

 

Á altjóða Mannarættindadegnum 2014

 

Hvørt bræv ger mun: Á Býarbókasavninum í Havn frá kl. 10.00 til 18.00

Í Vestmanna Bókasavni frá kl. 19.00 til 21.00

 

Fá tín egna skrivi-pakka:

 

Vitja okkum á bókasavninum, skriva (amnesty@amnesty.fo) ella ring (235818), og vit geva tær ein pakka við postkortum, ljósum, pennum og eini t-shirt. Tit kanst skriva fram til 18. desember.

 

Facebook: www.facebook.com/AmnestyInternationalForoyaDeild

 

Vitja síðuna hjá okkum á facebook, og vit senda tína heilsu víðari.

 

Tendra eitt ljós

“Tá eg fyrstu ferð tendraði Amnestyljósið, hevði eg í huga kinesiska orðatakið, heldur kveikja eitt ljós enn at banna myrkrinum.” - Peter Benenson stovnarin av Amnesty International

 

Tað var grundleggjandi kenslan av rættvísi saman við trúnni uppá, at einstaklingar kunnu gera ein mun, sum fekk Peter Benenson at tendra eitt ljós og seta á stovn Amnesty International í 1961. Í fleiri ár hevur Føroyar deild í sambandi við altjóða mannarættindadagin 10. desember heitt á fólk um at seta eitt ljós í gluggan at minnast øll tey, hvørs rættindi eru skerd.

 

Góðan altjóða mannarættindadag 2014

Amnesty International Føroya deild

Niels Finsensgøta 32, 2. hædd Telefon: 235818 Teldupostur: liv@amnesty.fo