Tað er ikki bara Pál Joensen, sum við føroyskum blóði kavar í svimjihylin í OL í London í summar. David Carry, sum er kvartur føroyingur, hevur nevniliga svomið seg til OL í 400m-frísvimjing.
30 ára gamli David Carry, sum er føddur í Aberdeen í Skottlandi, men hvørs omma er úr Klaksvík, vann mikudagin 400m-finaluna í British Gas ASA National Championships í Sheffield, har hann við tíðini 3:46.86 somuleiðis svam seg til OL. Kravtíðin á teininum var 3:48.92.
Hetta var seinasti møguleiki hjá David Carry at svimja seg til OL, eftir at hann í undanfarnum kappingum hevur verið júst ov stuttur.
David Carry, sum býr í Heywood í Onglandi, var eisini við í OL í Beijing í 2008.










