Nógv hevur verið frammi um tann skaða sum herviligu ódnirnar í seinastuni hava gjørt á viðarlundirnar kring landið.
Tað er sjálvandi kostnaðarmikið at at endurreisa tær allar aftur, men nú verður sagt úr Innlendismálaráðnum, at tey umsita eina játtan upá 250.000 krónur, hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri.
Innlendismálaráðið hevur seinastu árini stuðlað fleiri góðum verkætlanum. Men í ár hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, gjørt av, at stuðulin verður latin landsskógarvørðinum at brúka.
Hesar 250.000 krónurnar skulu nýtast til at bøta og endurreisa viðarlundirnar kring landið, sum fingu stóran skaða í herviligu ódnunum í fjør.