Kvalitetur á mentanarviku

Rannvá Troest og Hergeir Eldevig eru tey, sum hava tikið tyngstu tøkini til tess at reisa Faroexpo og mentanarvikuna á føtur.

 

Rannvá Troest, verkætlanarleiðari og Hergeir Eldevig, samskipari, sum bæði starvast hjá Virkisráðgevingini í Saltangará, eru tey, sum hava tikið tyngstu tøkini til tess at reisa vinnustevnuna Faroexpo og mentanarvikuna Skýming í Runavík á føtur.


Hergeir er royndur í leikum, tá ræður um at fyriskipa tiltøk, og hann var eisini samskipari, tá mentanarvikan fyrr í heyst varð hildin í Fuglafirði. Hann byrjaði hjá VRG hin 1. september í ár, og tá eftirmeting hevur verið av stóru mentanarvikuni í Runavík, er Hergeir aftur leysur úr starvinum.

 

Rannvá og Hergeir siga, at tey líka sum hava býtt uppgávurnar soleiðis millum sín, at Rannvá í fyrsta lagi hevur sitið við Faroexpo, meðan Hergeir hevur tikið sær av mentanarvikuni.

 

- Tað ræður um at vera fleksibul, tá slík stór tiltøk verða fyrireikaði og reist á føtur, og tí er tað eisini sera heppið, at bæði kunnu vera á flestu frontum, tá tíðin nærkast, sigur Rannvá Troest, sum letur væl at samstarvinum við Hergeir, sum ikki áður hevur verið knýttur at mentanarvikuni í Runavík.

 

Hergeir Eldevig vísir á, at mentanarvikan serliga satsar upp á lokalar kreftir, bæði við tónleiki og list, men tað er ikki soleiðis, at aðrar góðar kreftir ikki eisini eru við.

 

Rannvá Troest sigur, at tey hesaferð - eins og áður - hava lagt dent á at hava flestu tiltøkini á mentanarvikuni inni í miðbýnum í Runavík - ella í miðstaðarøkinum í kommununi, sum hon eisini rópar tað.

 

- Skráin fyri mentanarvikuna líkist skráunum onnur ár, men vit royna hvørt ár at betra um skránna og royna eisini hvørt ár at finna upp á nýggj ting. Vit eru ógvuliga væl nøgd við skránna í ár, sum eg haldi í stóran mun byggir á kvalitet heldur enn kvantitet. Her eru nakað til øll og allar mál-og aldursbólkar, sigur Rannvá Troest, verkætlanarleiðari.

 

Hergeir Eldevig sigur, at hann hevur trivist væl á Virkisráðgevingini, og hann heldur, at uppgávurnar í samband við mentanarvikuna hava verið rættiliga spennandi.