Síggi at formaðurin í Pedagogfelagnum í lesarabrævið eftirlýsir lyftið frá sitandi borgarstjóra um fyrireikingartíð, sum var lovað aftaná drúgva arbeiðssteðgin.
Hetta fær meg enn einaferð at hugsa um, hví tað er so týdningarmikið við kvaliteti á dagstovnaøkinum? Legg til merkis, at eg tosi ikki serstakt um kravið um fyrireikingartíð, men um kvalitet í heila tikið.
Heilamenningin hjá barninum er størst, tá barnið er heilt lítið. T.v.s., at grundarlagið fyri kognitivari menning verður lagt, longu tá barnið er í fosturlívið og sum nýføðingur. Alt eftir umstøðunum meðan stóra menningin fer fram, verður kognitiva menningin ávirka.
Kognitiva menningin er tann, sum m.a. gevur grundarlagið fyri innlæring, talførleika og lesiførleika. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um sokallaðu PISA kanningarnar og hví føroyskir skúlanæmingar ikki klára seg líka væl, sum skúlanæmingar í øðrum londum.
Ein stór bretsk granskingarverkætlan, sum m.a. professor Edward Melhuish hevur staði fyri vísir, at tað eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum hava størstan týdning, tá talan er um kognitiva menning hjá børnum.
Tey tvey grundleggjandi viðurskiftini, sum hava tann størsta týdningin eru:
• Eitt jaligt og stimbrandi heimaumhvørvið øll barna- og ungdómsárini
• Eitt kvalitetstryggja dagstovnatilboð
M.a. vísir stóra granskingin, sum hevur fylgt børnunum frá fosturtilveru til 11 ára aldur, at 16 mðr. í einum kvalitetstryggjaðum dagstovnatilboðið, hevur meira at siga fyri lesiførleika og talførleika hjá 11 ára gamla barninum, enn 6 ár í skúlanum!
Tí er tað, at vit skula tryggja kvalitet á dagstovnaøkinum. Ikki tí at aðrir fakbólkar hava onnur rættindi enn pedagogar o.s.fr., men tí tað er alt avgerandi, saman við einum dagførdum og stimbrandi fólkaskúla, fyri framtíðina hjá okkara børnum.
Tað er ikki uttan grund, at tey í EU høpið arbeiða við hesum, men júst tí, at um grundarlagið fyri talførleika og lesiførleika hjá barninum er so gott sum møguligt, so vil barnið hava størri møguleika fyri einum góðum útbúgvingarstøði sum vaksin og harvið størri møguleika fyri, at klára seg fíggjarliga. Tí verður júst eitt kvalitetstryggja dagstovnatilboð til so nógv børn sum møguligt, raðfest í EU høpið, sum fyribyrging móti m.a. fátækradømi.
So latið okkum standa saman um, at geva okkara børnum bestu møguleikar og fortreytir fyri einari jaligari og gevandi framtíð. Hetta kunna vit gera við:
• at geva foreldrunum bestu møguleikar og fortreytir fyri, at átaka sær og megna foreldrauppgávuna, eins og at skapa eitt jaligt og mennandi heimaumhvørvið
• at tryggja eitt kvalitets dagstovnatilboð
• at hava eitt framhaldandi kvalitets skúlatilboð
Tí er umráðandi, at tú velur ta rætta umboðið til Býráðsvalið komandi týsdag. Vel tí Fólkaflokkin.