Kvívíkingar velja Vágar

Vegleiðandi fólkaatkvøða hevur í dag verið í Kvívíkar kommunu, og úrslitið gjørdist ein stórur meiriluti fyri samstarvi við kommunurnar í Vágum. Men valluttøkan var lítil Fólk í Kvívíkar kommunu hava í dag havt møguleikan at siga sína hugsan um, hvørjari aðrari kommunu tey skulu styðja seg upp ímóti.

Fólk av Válinum, úr Kvívík, Stykkinum, Leynum og Skælingi kundu far á val og gera sína ávirkan galdandi, men hetta hendi bert í lítlan mun. Av teimum yvir 500, sum høvdu atkvøðurætt, vóru bert 184 á vali. Tað svara til umleið 41%.

Fólk kundu velja ímillum at knýta tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, kommunurnar í Sundalagnum ella kommunurnar í Vágum. Úrslitið varð, at 68 atkvøddu fyri Tórshavnar kommunu, sjey fyri kommununum í Sundalagnum og 108 fyri kommununum í Vágum.

Úrslitið kom helst eitt sindur óvart á, tí roknað var við, at undirtøkan fyri at halla móti Havnini fór at verða størri, men úrslitið er samstundis rættiliga greitt.

- Vit ætlaðu okkum at fylgja úrslitinum av vegleiðandi atkvøðugreiðsluni, men eg má samstundis viðganga, at valluttøkan var munandi lægri, enn vit høvdu roknað við, so nú mugu vit fáa at síggja, segði Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, tá liðugt var at telja upp í kvøld.

Bygdaráðið fer mánakvøldið at hava fund um úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni, og tá fæst væntandi greiði á, um hildið verður fast við at fylgja úrslitinum av valinum, ella lítla valluttøkan máar grundarlagið undan upprunaligu ætlanunum.