Greitt er, at Kvívíkar Kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra, tí verandi borgarstjóri Heri Muller stillar ikki uppaftur, og tað ger varaborgarstjórin Hans Martin Andreasen heldur ikki.
Men tveir listar eru gjørdir til valið í Kvívík, og tilsamans stilla 17 fólk upp til teir sjey sessirnar í bygdaráðnum.
Valevnini eru hesi:
Listi A
Jóhanna Vang, Kvívík
Hans Jóhann Sørensen, Leynar
Egil Jacobsen, Kvívík
Oluf Müller, Kvívík
Frank Müller, Stykkið
Michael Shemesh, Kvívík
Marjun Danielsen, Kvívík
Martin á Borg, Kvívík
Steffan Davidsen, Kvívík
Beinta Nielsen, Kvívík
Jógvan Rasmusen, Kvívík
Listi B
Nelly Haakunardóttir Debes, Kvívík
Tórarinn Niclasen á Rípuni, Kvívík
Anna Vang, Kvívík
Petra Iversen, Kvívík
Petur Müller, Kvívík
Joan Johansen, Leynar