Kvívíkingar halla vestureftir

Vegleiðandi fólkaatkvøða var í gjár í Kvívíkar kommunu, og úrslitið gjørdist ein stórur meiriluti fyri samstarvi við kommunurnar í Vágum. Men valluttøkan var lítil

Fólk í Kvívíkar kommunu høvdu í gjár møguleikan at siga sína hugsan um, hvørjari aðrari kommunu tey skulu styðja seg upp ímóti.

Fólk av Válinum, úr Kvívík, av Stykkinum, úr Leynum og av Skælingi kundu fara á val og gera sína ávirkan galdandi, men hetta hendi bert í lítlan mun. Av teimum 442, sum høvdu atkvøðurætt í kommununi, vóru bert 184 á vali. Tað svarar til umleið 41,62%.

Fólk kundu velja ímillum at knýta tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, kommunurnar í Sundalagnum ella kommunurnar í Vágum. Úrslitið varð, at 68 atkvøddu fyri Tórshavnar kommunu, sjey fyri kommununum í Sundalagnum og 108 fyri kommununum í Vágum. Ein atkvøða var blonk

Úrslitið kom helst eitt sindur óvart á, tí roknað var við, at undirtøkan fyri at halla móti Havnini fór at verða størri, men úrslitið er samstundis rættiliga greitt.

- Vit ætlaðu okkum at fylgja úrslitinum av vegleiðandi atkvøðugreiðsluni, men eg má samstundis viðganga, at valluttøkan var munandi lægri, enn vit høvdu roknað við, so nú mugu vit fáa at síggja, segði Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, tá liðugt var at telja upp í gjárkvøldið.

Hann sigur kortini, at hann hóast lágu valluttøkuna roknar við, at úrslitið er umboðandi, og hann væntar tí, at bygdaráðið fer at staðfesta avgerðina av valinum.

Bygdaráðið fer mánakvøldið at hava fund um úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni.

 

Sluppu at velja

Dánjal Petur Müller sigur, at Vestmanna og Kvívík sum helst einastu kommunurnar fingu møguleikan at velja, hvørja kommunueind tær skulu falla undir.

- Vit skuldu havt boða frá hesum í oktober mánaði í fjør, men so varð ein nevnd sett at skipa kommunueindirnar, og tann nevndin skal koma við sínum áliti til ólavsøku. Tí hugsaðu vit, at vit skuldu geva fólkinum ein møguleika at siga sína hugsan um, hvørja kommunueind tey yngstu at koma upp í, sigur Dánjal Petur Müller.

Hann hevur onga beinleiðis frágreiðing um, hví valluttøkan var so lítil, sum hon varð.

- Vit hava sent bræv í hvørt hús í kommununi, og vit hava skipað fyri kunnandi fundi í skúlanum, har Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Innlendismálum við kommunumálum undir sær, greiddi frá. Eg dugi ikki at siga, um fólk hava gloymt, at fólkaatkvøðan var í gjár, sigur Dánjal Petur Müller.

Hann er sjálvandi vónbrotin um lítlu valluttøkuna, men hann væntar sum nevnt, at bygdaráðið fer at fylgja úrslitinum.