Tá ið Heini Holm gjørdist borgarstjóri í Kvívíkar kommunu fyri trimum árum síðani, fekk hann skjótt fundarboð frá Føroya Sparikassa.
? Teir vóru sum svidnir køttar og vildu hava kommununa, sum altíð hevði brúkt Føroya Banka, at skifta til Føroya Sparikassa. Teir vístu á, at sparikassin hevði deild í bygdini, og tí átti kommunan eisini at brúka sparikassan, greiðir Heini Holm frá.
Úrslitið var eisini, at Kvívíkar kommuna flutti úr bankanum og í sparikassan, men tað vardi bara í tvey ár, so fór kommunan retur.
? Eftir at Føroya Sparikassi valdi at skerja virksemið í Kvívík so nógv, at tað bara var opið ein seinnapart um vikuna, fluttu vit aftur til Føroya Banka. Eg føldi meg snýttan av sparikassanum, sigur Heini Holm.
Og nú Føroya Sparikassi fer úr Kvívík, heldur borgarstjórin, at júst tað verður ikki stóra bakkastið. Tað var longu fyri einum ári síðani, tá ið sparikassin minkaði um upplatingartíðirnar, so at tænastan varð nógv skerd.