Kvívík á øðrum endanum av pokemon-virksemi

Í gjár hildu prestur og kirkjutænari seg hava gloymt onkra týdningarmikla kirkjuhending.

Í Kvívík er bygdin á øðrum endanum, tí pokemon.jakstrarar seta dagsskránna.

 

Nýggja spælið, ið fólk hava á telefonini, hevur fingið bygdafólk, eins væl og avbygdafólk, at reika runt í Kvívík.

 

Tað er serliga við kirkjuna og minnisvarðan yvir teir, ið fórust við Stella Argus, og við víkingagravirnar, at til ber at fáa fatur á pokemon.

 

Í gjár hildu prestur og kirkjutænari seg hava gloymt onkra týdningarmikla kirkjuhending, so nógvir bilar vóru kring kirkjuna.

 

Myndina tók Knud Simonsen í gjár.