Jákup Mørk
---
Kommunan er samansett av bygdunum Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.
Kommuna hevur valt at hátíðarhalda dagin á ymiskan hátt, soleiðis at m.a. áhugabólkar í sóknini hava høvi til at sjónliggera sítt virksemi.
Eitt nú verður boðið til felags morgunmat leygarmorgunin kl. 09 -10:30
Síðani ganga bygdarráðslimir, skótar og onnur skrúgongu frá skóthúsinum til sjálva setanina av hátíðarhaldinum, sum verður við minnisvarðan hjá IPG.
Haðani frá verður fari fram á Grækarisatrøð , har fyrstu 100 trøini verða gróðursett í nýggjari viðarlund .
Ymisk menturarlig tiltøk eru á skránni, har litið verður aftur í tíðina, umframt at nútíðin eisini fær rúmd.
Listarfólk við tilknýti til bygdina hava framsýningar.
Poul Hansen kemur at greiða frá ætlana víkingagarðinum. IPG- Grunnurin kemur at greiða frá sínum ætlanum, í Gamla Pakkhús verður høvið at síggja nakrar av lutunum, sum vórðu funnir í víkingaútgrevstrinum, umframt annað forvitnisligt sum fornminnisfelagið eigur. Og høvi verður hjá áhugaðum at spæla tað – í Kvívík – so vælkenda kortspælið stýrivolt í nýumvældu Frøishøllini. Forvitnisligt afturhvarv yvir fólkalív seinatu 100 árini verður somuleiðis á skránni.
Bygningar hjá kommununi so sum kommunuskrivstovan, brandstøðin o.a. eru opnir. Ein røð av myndum, savnaðar inn til høvi, verður víst, í uttandura dias-show´ið á stórskýggja og verður víst seinna partin av degnum og út á kvøldið.
Skótarnir og Bygdafelagið Glæman selja mat og drykkivørur ígjøgnum dagin, ávikavist við skótahúsið Niðri á Sandi og í bygdarhúsinum Glæmuni.
Kendu sjónleikarnr Ria og Súsanna Tórgarð, sum slitu sínar barnaskógva á Kirkjuteigi, koma at framføra í “Skemtiligir stubbar”, í Amfi-skálanum í skúlanum.
Eisini verður føroyskur dansur í Frøðishøllini, og klokkan 23 hetta kvøldið verður felagssangur. Aftaná verður midnáttarrøðan hildin av Petur Jákupsson – eisini nevndur Piddi á Skælingi.