Kvørnin melur framvegis

Ritið Kvørnin nummar 15 hjá Sands Fornminnafelag er júst útkomið

Øll tíðarrit hava ikki líka langa livitíð, men Kvørnin, sum Sands Fornminnafelag gevur út, er komin regluliga út í 15 ár.
Nýggjasta blaðið er skrivað av Palla Dalsgaard, Hanusi A. Samuelsen og Ólavi Clementsen. Tær flestu greinirnar eru um farna tíð, men nortið verður eisini við nýggju tíðina og broytingar í tíðini.
Palli Dalsgaard skrivar um gongutúr sín í Skálavík og hugleiðir um eitt og annað. Hann hevur eisini skrivað eina áhugaverd um Tór Dalsgaard, sum á so mongum økjum var undangongumaður.
Hanus A. Samuelsen skrivar um bøin í Húsavík og greiðir frá nøvnum og hendingum á bønum.
Ólavur Clementsen skrivar hesaferð um ættfólkið í Króki og um barnaár síni á Klovanum á Sandi og ungdómsár í Havn. Í starvi sínum á Matrikulstovuni feraðist hann runt í landinum, hann róði kapp, og so hevur hann hugleitt um tiltikna læraran DD, sum góður var við tað danska.
Ì Vági var biografur, men eigarin læt illa at uppmøtingini, og hví so var, ber til at lesa um í Kvørnini.