Tá postmaðurin seinasta mánadag skuldi koyra brøv í ein postkassa í Hamarsgøtu í Havn, varð hann heldur skakkur, tá ein kvørkveggja fleyg av reiðrinum, hon hevði gjørt omaná postkassanun í vikuskiftinum. Tað vísti seg, at í reiðrinum vóru fýra egg.
Magnus Gunnarsson
Postmaðurin helt fyri, at hendan forrætt hava tey, sum bert hava postboks ella e-post, ikki.