Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at bygningurin hjá Einars Prent er keyptur til at hýsa Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla Eitt samt Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at keypa bygningin í J. H. Schrøtersgøtu í Havn til at hýsa Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms og Listaskúla.
Í longri tíð hava kvøldskúlanæmingar í Havn havt vánaligar umstøður, og fyri at loysa trupulleikan, hevur kommunan avgjørt at keypa bygningin hjá Einars Prent til Tórshavnar Kvøld,- Ungdóms- og Listaskúla. Samstundis skulu hølini í Kongagøtu seljast, og ymsu leigumálini í býnum uppsigast.
Prísurin fyri hølini í J. H. Schrøtersgøtu er 6,5 milliónir krónur, og umvælingarnar koma at kosta umleið tvær milliónir. Tórshavnar kommuna upplýsir, at Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli bjóðar 100 lærugreinar, og at á leið 3000 næmingar eru tilmeldaðir ymsu skeiðini. Nýggju hølini eru við sínum 600 fermetrum rúmlig, og geva góðar møguleikar til at hýsa nøkrum av hesum lærugreinunum. Eftir ætlan skal kjallarahæddin hýsa ymiskum verkstøðum til slíping, grafikk og møbilpolstring, og í miðhæddini verður tøving, loysa úr lagdi, spinning, foto, tekning og køkur, meðan vevskúlin kemur at húsast á ovastu hædd, eins og umsitingin fer at halda til har. Harafturat letur keypið av bygninginum upp fyri eisini at hava undirvísing um dagin.