Fríggjadagin 5. september verður kvøldskúlafaldarin fyri skúlaárið 2008-2009 borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. - Vit fara aftur í ár at bjóða eitt stórt úrval av lærugreinum innan handaliga, listaliga og bókliga økið, sigur Jákup Pauli Strøm, stjóri í Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.
Lærugreinarnar eru ikki færri enn 126, býttar á umleið 200 skeiðsnummur í kvøldskúlafaldaranum. Av hesum eru 16 nýggjar lærugreinir, teirra millum internet fyri tey eldru, skeið í Tai Chi, blómubinding, demens, vælvera, leðurseyming og filmslist.
Nágreinilig lýsing av flestu lærugreinunum eru at finna á heimasíðuni www.kvoldskulin.fo undir teiginum lærugreinir.
Kvøldskúlin hevur altíð havt stóra undirtøku í Tórshavnar kommunu. Seinasta skúlaár vóru um 3 500 næmingar tilmeldaðir og lisnir vórðu tilsamans 16 000 tímar. Væntandi verða tølini á sama støði í ár, sigur stjórin og leggur afturat, at mált eftir júst hesum tølum, er Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla størsti og fjølbroyttasti skúlin í landinum.
Tilmelding fer fram um heimasíðu skúlans. Tey, ið ikki hava møguleika at nýta teldutilmeldingarskipanina kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.
Telduskipanin letur upp mánakvøldið 8. september kl 18:00 og tilmeldingin, ið er bindandi, verður síðani goymd við dato og klokkutíð, tá tilmeldað er. Tilmeldingin endar mánamorgunin 15. september, og frálæran byrjar mánadagin 29. september. Luttøkugjaldið verður kravt inn seinast í oktober 2008, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu síni.