Seinni partur av kvøldskúlaframsýningini hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla letur upp í Ribarhúsi, sunnudagin hin 15. apríl klokkan 17. Á framsýningini verður høvi at síggja ymist handaligt arbeiði, sum næmingarnir hava gjørt í vetur.
Tá framsýningin letur upp, bjóðar kvøldskúlin kaffi, næmingar framføra tónleik, og eisini verður greitt frá um kvøldskúlaskeiðið Skríggið hjá Kópakonuni.
Ribarhús er opið gerandisdagar frá klokkan 15 - 17.30 og leygardagar frá klokkan 11 - 13.
Framsýningin hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla verður opin til og við 25. apríl, tá Fuglafjarðar Hornorkestur hevur flaggdagshald við Mentanarhúsið.










