Kvøldsetan um Miðgerðaættina heldur fram

Sunnukvøldið hevur kórið Unitec Voices konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Talan er um eina stuðulskonsert, nú kórið skal á songferð í Íslandi og Noreg. Í maimánað skipar kórið fyri maratonkonsert í Læraraskúlahøllini í Havn, har sungið verður í samfullar 24 tímar

Tiltakið, sum Bókasavnið í Kollafirði saman við Kollafjarðar Bygdarsavni og Fornminnisfelagnum hesa árshálvuna skipa fyri um Miðgerðaættina, heldur fram í kvøld.

Skipað verður fyri kvøldsetu, har fólk av Miðgerðaættini taka lut við frásøgn, tónleiki og sangi.

Helena Samuelsen í Havn sigur frá Malenu á Kinn og eftirkomarum hennara. Petur Martin Petersen í Fuglafirði røður um gamla Sámal Petur og Martinus á Ósábakka. Hanus Johansen í Klaksvík og Hans Jákup á Brúnni í Fuglafirði verða við við sangi og tónleiki.

Eisini verða lokalar frásagnir og søgur um m.a. Martinus á Ósabakka.

Steðgur verður við kaffi og køkum.

Síðsta tiltakið í hesum umfari verður hóskvøldið 6. apríl. Tá er ætlanin at fáa onkran at taka saman um tey seinastu 100 árini.

Bókasavnið og feløgini vóna, at væl verður tikið við hesum tiltøkum.