Kring landið alt hava slíkar kvøldsetur verið, nakrar háttaðar sum pallborðsfundir, aðrar meiri sum hugnaløtur.
Kvøldsetan í Vestmanna verður ein hugnaløta við hugleiðingum, undirhaldi, tónleiki, felagssangi og drekkamunni. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fer at hugleiða um eldrapolitikk. Tað fara Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinna, økisumboð fyri heimarøktina, og onnur eisini at gera.
Vestmanna Pensjónistafelag skipar fyri, og tiltakið verður í Vestmanna skúla í Miðhøllini kl. 19.00
Hóast Eldraárið av álvara er farið at halla, eru kortini nógv tiltøk eftir á skránni. Í komandi viku verður eitt stórt og umfatandi tiltak í Norðurlandahúsinum, kallað Eldradagar í Norðurlandahúsinum. Tað er fyrireikingarnevndin fyri Eldraárið í Føroyum sum skipar fyri. Seinni í vikuni umrøða við tiltakið.