Í Vági verður spennandi tiltak leygarkvøldið, tá VB húsið verður karmur um kvøldsetu, har tónleikurin er sera fjøllbroyttur og forvitnisligur.
Á skránni er kvøldseta við ábiti, konsert og dansi
Danski countrybólkurin Peter Abrahamsen & Bell Pepper Boys kemur saman við Stanley Samuelsen og kórinum Glymi, at standa fyri tí tónleikaliga partinum av kvøldinum.
Á matarseðlinum er góð fiskasuppa við breyði. Deiggj spælir til dansin.
Forsølan til tiltakið er byrjað og atgongumerki til kvøldsetuna kosta 120 krónur. Til dansin 120 krónur og atgongumerki til kvøldsetu og dans 200 krónur.
Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni í Vági og Kunningarstovuni á Tvøroyri.
Tað er Felagið Jóansøkufestivalurin sum skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum.