Kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali

Kambsdalur: Mán­a­kvøld­ið, 12. mars verður al­menn kvøldseta í Stu­dent­a­skúl­a­høll­ini á Kambsdali. Vanliga eru tvær kvøldsetur hvørt skúla­­ár – ein um heystið og ein um várið. Hendan græk­ar­is­messukvøldseta, sum er tann seinna í ár, byrjar kl. 19.30

Á skránni er felagssangur, næm­ing­aframløga, klumm­an hjá Meinhardi Jensen, nógv­ur og góður tónleikur frá næmingum, umframt at Hanna Vang, almennur á­kæri, hugleiðir um førning og førleika úr Stud­ent­a­skúl­a­num.
Kvøldsetan er ein góður møg­u­leiki at fáa eitt áhug­a­vert og hugnaligt kvøld, bæði fyri tónleikaáhugað, fyrr­ver­andi næmingar, for­eld­ur og onnur avvarðandi hjá næmingum og annars øll, sum hava hug at vitja skúl­an og fáa meiri at vita.
Høvi verður at keypa sær ein kaffimunn og okkurt aft­ur­við frá næmingum, sum savna pening til námsferð, sam­stundis sum til ber at síggja skúlan og fáa eitt prát við næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar.
Tiltakið er alment og ó­keyp­is.