Kvøldseta á Landsbókasavni

Í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna verður kvøldseta á Føroya Landsbókasavni mánakvøldið 9. nov. við fyrilestrum, upplestri og tónleiki.

Norðurlendska bókasavnsvikan í ár snýr seg um evnið »kríggj og frið í Norðurlondum«, og serliga verður dentur lagdur á merkisárið 1809, tá svenska ríkið fór í tvey, og Svøríki, sum vit kenna tað í dag, varð til, meðan Finnland bleiv eitt stórfúrstadømi undir tí russiska keisaranum.

Zakarias Wang fer at halda fyrilestur um kríggj og frið í Norðurlond við heitinum »1809 ? árið sum broytti Norðurlond«. Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen syngja og spæla. Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur um finska tjóðarskaldið Johan Ludvig Runeberg. Carl Jóhan Jensen fer at lesa upp yrkingina Flaggberin Stál eftir Runeberg. Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt.

Kvøldsetan byrjar kl. 19.00 og tað er ókeypis atgongd.