- Gerandisdagurin kann viðhvørt kennast gráður, men hann kann eisini lýsa bjart. Summar løtur kunnu standa sum sólargláttar í minninum. Leirvíkar Bátasavn hjá Osmundi Justinussen er eitt stað, sum vekir nógv góð og ógloymandi minnir.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi um almenna kvøldsetutiltakið, sum verður í annaðkvøld - leygarkvøldið hin 3. desember - klokkan 19.30 í Leirvíkar Bátasavni. Tónleikarar eru Monika Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á flygil, og frásøgumaður verður Jógvan Elias Joensen, ið er óførur at siga frá.
Hetta árliga tiltak í snotuliga Bátasavninum er mest sum vorðið ein traditión í Leirvíkar bygd.
Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg fara eitt nú at framføra ymiskt úr teirra CD - Klassiskar tónleikarperlur - sum tær báðar fyri tveimum árum síðan góvu út. Men tær fara eisini at framføra onnur løg, eitt nú av Brahms, Potstock, Gade og Henrigues.
Jógvan Elias Joensen fer ar greiða frá um Jólahald undir krígnum. Hetta er ein tíð, sum setti síni spor á føroyingar í hansara aldri.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetuna, har eisini verður drekkamunnur við sveisiskum heimabakstri. Høvið verður at keypa sær CD'ina hjá Moniku og Birgitte fyri serprís á 100 krónur, um so er, at nakrar jólagávur skuldu mangla. Atgongumerki á 80 krónur fást við dyrnar, men børn og næmingar hava fría atgongd, verður sagt úr Leirvík.