Kvøldlot er vekk

Eftir at hava misprýtt grannalagið í nøkur ár vórðu restirnar av bygninginum, har Kvøldlot helt til fyrr, rivnar niður í gjár.


 

Bygningurin, har Kvøldlot fyrr helt til, hevur í áravís staðið í hálvum gekki ? einu løtuna uttan tak og næstu løtuna sum tveir veggir. Men í gjár var bygningurin so knappliga vekk.

Ætlanin hjá Høgna Danielsen, sum eigur bygningin, hevur leingi verið at gjørt bygningin, ella í hvussu er staðið har bygningurin stóð, til eitt miðpunkt fyri býar- og náttarlívið í Havn aftur, eins og tað var fyrr, tá Kvøldlot var karmur um tað nógva av náttarlívinum í Havn.

Men tað hevur gingið strilti við at semjast við grannar og Tórshavnar Býráð um hvussu og hvat.

Hóast nakað av bygninginum var nýstoypt, so bað eigarin Tórshavnar Býráð um loyvi at bróta allan bygningin niður, og í gjár var bygningurin so burtur.

Ætlanin er at byggja nýtt hús á grundina, sum skal hýsa einum náttklubba og einari matstovu.