Kvøldið hilnaðist væl hjá Danmark

Danir kundu ikki ynskt sær eitt betri fótbóltskvøld leygardagin. Danska landsliðið tók ímóti Malta í Parkini, og vunnu danir ein tryggan 3-0 á maltesunum, sum ikki gjørdu tær stóru skreytirnar. Søren Larsen kom aftur á slóðina, sum málskjútti á danska landsliðnum, og longu eftir 10 minuttum hevði hann givið Danmark leiðsluna. Daniel Agger økti við einum brotsparksmálið, tá ein hálvur tími var farin av dystinum. 2. hálvleikur var ikki nógv meira enn byrjaður, so hevði Søren Larsen økt til 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Samstundis spældu Svøríki og Portugal javnleik 0-0 á Råsunda Leikvøllinum í Stockholm. Ungarn vann 2-0 á Albania í Budapest Mikukvøldið tekur Malta ímóti Ungarn, og Portugal tekur ímóti Albania. Danmark og Svøríki spæla ikki undankappingardyst, fyrr enn komandi vár.