Leygarkvøldið 19. apríl kl. 19.00 verður árliga kvøldartøltið í Tølthøllini hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi í Havnardali.
Kvøldartøltið er spennandi kapping, har kappast verður í einum av teimum 5 gonguløgunum hjá íslendska rossinum, nevniliga tølti. Tað er ein vøkur sjón at síggja íslendska rossið tølta og væntandi verður kappingin spennandi, tí nógv sera góð ross eru við.
Vanliga er hetta eisini tann kappingin á árinum, ið dregur flest áskoðarar til sín.
Kappingin er væl fyrireikað, vøllurin verður vakurt skrýddur og ymiskt annað verður gjørt burtur úr. Áskoðararnir kunnu bæði fylgja við spennandi kappingini úti í høllini og inni í kaffistovuni, har kappingin sæst á stórskýggja. Í kaffistovuni er gott pláss til hugnaligt prát og eisini fæst okkurt til matna.
MBM stuðlar kappingini og er í Tølthøllini við serligum tilboðum til høvið.