Í kvøld verður stóra uppgerðin

Tað er stórt sannlíki fyri, at eitt av teimum trimum, sum framvegis kappast um DM, í kvøld fer at verða lorað burtur úr kappingini

SUPERLIGAN

Brúðarvígslan í morgin er ivaleyst størsta samrøðuevnið í Danmark í løtuni. Men tað verður eisini tosað og skrivað nógv um fótbólt. Ikki minst í dag nú fjórði síðsta umfarið er á skránni. Oddaliðið Esbjerg fer í kvøld at spæla á útivølli í Herfølge, har heimaliðið hevur brúk fyri at fáa stig burturúr, um teir ikki skulu detta niður um strikuna.
Esbjerg verður sjálvsagt roknað at vera favorittur at vinna í Herfølge. Meiri spennandi er tað, hvussu tað fer at tørna út í Parkini, har FCK fer at taka ímóti Brøndby. Hóast tað framvegis verða trý umfør eftir at spæla, tá ið dystirnir í kvøld vera loknir, so verður tað mett lítið at ivast í, at taparin í Parkini í kvøld fer at hava sera smáar møguleikar at vinna DM. FCK og Brøndby hava bæði 58 stig, meðan Esbjerg hevur 59 stig. Øll tey fjøruti túsund atgongumerkini til setrini í Parkini í kvøld eru útseld fyri langari tíð síðani.
Í miðlunum verður mett, at FCK er favorittur at vinna, og tað verður mett at vera lítið sannlíkt, at tað ikki fara at verða skorað mál. Hvørja ferð hesi bæði liðini hava dystast síðani í 1992, hava tað verið skorað mál.
At miðlarnir rokna við, at FCK fer at vinna, grunda teir á hagtølini og á gongdina higartil í vár. Brøndby hevur ikki vunnið á FCK síðani 6. september í 2001, og teir hava ikki vunnið í Parkini síðani í mai í 1998 ella fyri seks árum síðani.
Hagtølini, sum tala ímóti FCK sigri, eru tey hjá Toda og teimum á heimavølli. Í hesum kappingarárinum hevur FCK bara fingið 25 av 45 møguligum stigum í Parkini.
Eins deyð er annars breyð, plagar at verða tikið til. Møguleikarnir hjá Toda Jónsson at sleppa framat í endaspurtinum í superliguni eru ikki vornir minni, eftir at tað mánadagin varð greitt, at Zuma ikki verður førur fyri at spæla í kvøld og kanska als ikki verður førur fyri at spæla tær báðar vikurnar, sum eru eftir at hesum kappingarárinum.

Torførur setningur
Tá avbjóðingarnar hjá teimum trimum oddaliðunum verða sammettar, so er lítil ivi um, at FCK eigur størstu uppgávurnar á. Sunnudagin skulu teir spæla í Esbjerg, og aftaná steypafinaluna ímóti AaB, skulu teir spæla á heimavølli ímóti AaB og á útivølli ímóti FCN.
Esbjerg skal í kvøld spæla í Herfølge og sunnudagin á heimavølli ímóti FCK. Í tveimum teimum síðstu umførunum skulu teir spæla á útivølli ímóti FCM (hetta verður roknaður sum sera torførur dystur) og á heimavølli ímóti Frem.
Umframt í Parkini í kvøld skal Brøndby spæla á heimavølli ímóti FCM, á útivølli ímóti Frem og á heimavølli ímóti AB. Um Brøndby fer at megna at vinna í kvøld, og um Esbjerg ikki fær fult í einum av sínum dystum, so fer tað at síggja rættuliga væl út hjá Brøndby, sum á pappírinum eigur lættar uppgávur í síðstu umførunum.

Nógv í kassanum
Áhugin fyri superliguni økist við stórari ferð í Danmark. Hetta kemst eitt nú av, at TV3, TV3+ og Viasat sport gera nógv burturúr fótbóltinum.
Í kvøld ella rættari longu seinnapartin í dag fer TV3+ at spreingja øll mørk. Teir fara at senda frá fótbólti longu klokkan fýra seinnapartin, og teir fara ikki at helma í aftur fyrrenn klokkan hálvgum ellivu í kvøld. Beinleiðis frásøgn verður frá lokalbrakinum í Parkini. Har fer bólturin á rull klokkan sjey.