Klaksvík/Svínoy: - Nú verður tað veruleiki!
Eftir at hava fyrireikað hetta so týðandi málið fyri svínoyingar, er nú komið hartil at sáttmálin skal góðkennast av býráðnum í Klaksvík.
Hetta er so í øllum førum eitt av málunum á dagsskránni í kvøld, eftir at býráðið í juli mánaði í fjør tók ætlaðu samanleggingina til eftirtektar.
Í desember mánaði í fjør staðfesti síðani bygdaráðið í Svínoy úrslitið av fólkaatkvøðuni millum bygdarfólkið nakað frammanundan. Her varð stutt og greitt spurt, um fólk tóku undir við hesi ætlanini.
Ikki óvæntað vísti ein greiður meiriluti av fólkinum á, at hetta var einasta gongda leiðin skal hesi útoyggj verða lív lagað í framtíðini.
Síðani hevur verið arbeitt við at gera ein sáttmála um samanleggingina og framtíðar samstarvið. Hesin er síðani góðkendur í Innlendismálaráðnum, og verður eftir ætlan samtyktur í Klaksvík í kvøld.
Ferðing og tunnil
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, sum nú verður veruleiki
Eitt av teimum týðandi og átrokandi evnunum, og sum eisini er ein fortreyt fyri tættari tilknýti millum Klaksvík og Svínoy, er ferðasambandið til Svínoyar.
Í fundunum millum partarnar hevur full semja verið um, at skal oynni verða lív lagað, so má henda farleiðin bøtast munandi, soleiðis at bæði akfør og fólk lættliga og fleiri ferðir dagliga kunnu ferðast til og frá oynni.
Her hevur kommunustýrið í Svínoy ta greiðu støðu, at rætta loysnin fyri oynna er ein tunnil frá bygdini og yvir í Havnina, har ein ferjulega kundi verðið gjørd. Haðani er siglingartíðin inn til Hvannasunds umleið 15 minuttir.
- Ein slík farleið hevði gjørt tað møguligt hjá svínoyingum og øðrum verða búgvandi í Svínoy og hava arbeiði inn á meginøkinum, og tað sama tann øvugta vegin.
- Tað má gerast púra greitt fyri landsmyndugleikunum og øllum Føroya fólki, at verður arbeiðið upp á hesa farleið ikki byrjað sum skjótast, so hon kann takast í brúk um heilt fá ár, so fer støðan í Svínoy bara at versna, hava bæði kommunustýrini áður víst á.
Nú er so enn eitt stig tikið á hesi leiðini. Eftir er bert at vóna, at føgru orðini verða til veruleika.









