Í kvøld verður Pisudagur í Klaksvík

Í kvøld kl. 19.30 skipa Eik, Meginfelag Føroyskra Studenta og ASK (Altjóða Skrivstovan) fyri Pisudegi á deildini hjá Eik í Klaksvík. Eisini verður høvi at hitta umboð fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

 

Tiltakið er ætlað teimum, ið fara undir víðari lesna uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi til at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

 

Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan

 

Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

 

Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

 

Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.

 

Aftan á framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark .

 

At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman meðan Rasmus Borðoy diskar

 

Tiltakið verður eisini hóskvøldið 2. august kl. 19.30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn og fríggjakvøldið 3. august kl. 18.30 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy