Í kvøld verður Hoyma

Í kvøld verður virðislønta tiltakið Hoyma hildið á fimta sinni.

Høvuðsbulurin í tiltakinum, sjálvar konsertirnar, fara fram í tíggju ymiskum heimum í Norðragøtu og Syðrugøtu. Húsini liggja tætt, so væl liggur fyri at ganga ímillum.


Tey sum framføra í ár eru Martin Joensen, Lena Andersen, Lyon, Son of Fortune (Benjamin), Kim Hansen, Elinborg, T.O.S., Sámal Ravnsfjall, Monika Stauss & Ólavur Jakobsen og Flemming Petersen.


Umframt Hoyma-konsertirnar er ymiskt annað á skránni í skúlanum við Gøtugjógv og í Tøting fyri bæði vaksin og børn.

Eftir konsertirnar er hugni og livandi tónleikur í Tøting, har Flemming og vinfólk spæla til kl 04 á morgni.