Í kvøld talar løgmaður til tjóðina

Í kvøld heldur Aksel V. Johannesen nýggjársrøðu fyri føroyingum

Klokkan 19.00 í kvøld heldur Aksel V. Johannesen nýggjársrøðu løgmans. Røðan verður send beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Tað er bert ein røða, sum er løgliga ásett, at løgmaður skal halda. Tað er ólavsøkurøðan, sum er ásett í stýrisskipanini, og sum Aksel V. Johannesen helt á fyrsta sinni í ár.

Stutt eftir at Útvarp Føroya fór at senda í 1957 gjørdist tað siður, at løgmaður helt røðu gamlaárskvøld. Fyrstu nógvu árini fingu eisini aðrir leiðandi persónar í samfelagnum høvi at tosa í mikrofonina – teirra millum vóru formaðurin í Fiskimannafelagnum og Reiðarafelagnum, stjórin í fiskasøluni og landbúnaðarráðgevin. Seinni minkaði talið á nýggjársrøðarum, og nú er tað bert løgmaður, sum fær møguleikan at tala til føroyingar á nýggjárinum.

Tað er upp til løgmann sjálvan at gera av, hvat nýggjársrøðan skal snúgva seg um. Vanliga er nýggjársrøðan minni politisk enn ólavsøkurøðan og heldur plagar løgmaður at taka ymsar tættir í samfelagsgongdini upp – eisini ymiskt av meiri persónligum slagi.

Roknast kann við, at Aksel V. Johannesen í kvøld fer at tosa um góðu gongdina í samfelagnum, hann fer nerta við onkrar politiskar ætlanir, og ivaleyst fer hann eisini at fyrihalda seg til rembingar úti í heimi.