Í kvøld spælir TV-2 á Vágsbøi

Triði og seinastu dagurin á ársins Summar Festivali bjóðar millum annað TV-2, Russ Taff, Fate, Føstufressar og Páll Finnur Páll.

 

Í dag heldur Summar Festivalurin í Klaksvík fram. Hetta er drúgvasti dagurin á festivalinum, og á skránni er alt frá karneval og barnaundirhaldi til rockkonsertir og country.

 

Summar Festivalurin byrjar klokkan 15.00, tá ið karneval fer úr Badmintonhøllini, gjøgnum festivaløkið og inn á Vágsbø, har Kular Røtur og Trøllini undirhalda.

 

Seinni í dag verða konsertir við amerikanska gospelsangaranum Russ Taff, danska poppbólkinum TV-2, countrysangaranum Kristinu Bærendsen og rockbólkinum Fate.

 

Summar Festivalurin endar sunnumorgunin kl. 04.