Í kvøld skal Linda royna seg

Linda Andrews skal í kvøld verða við í fyrstu live-sendingini í donsku sjónvarpskappingini X Factor. Føroyingar kunnu atkvøða í kappingini - Tað er mær ein heiður at umboða Føroyar í danskari kapping, og eg vóni, at tit verða stolt av mær.

 

Tað sigur føroyska songkvinnan Linda Andrews, sum í kvøld skal verða við í fyrstu live-sendingini í donsku sjónvarpskappingini X Factor.

 

Kappingin verður nú skipað soleiðis, at allir luttakararnir skulu á pallin at syngja, og síðani verður atkvøtt um, hvør skal víðari. Hereftir detta luttakarar burturav til sjálv finalan verður.

 

Linda Andrews heldur, at talan er um eina javna og harða kapping um at koma víðari.

 

Og tað segði Linda Andrews, sum verður við í X Factor kappingini í kvøld ? og føroyingar hava eisini møguleika at atkvøða í kappingini.

 

X Factor byrjar á DR1 klokkan 7 í kvøld.