Kvøld- og náttarbuss til tey ungu í vikuskiftinum!

   

Hjørleif Hjaltalin, Valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar býráð
??????????
Nú nógvir nýggir býlingar eru komnir í Tórshavn, er fjarstøðan millum útjaðaran og miðbýin økt mun-andi.
Í vikuskiftinum eru ofta ungdómstiltøk í býnum, og sjálvandi hava tey flestu ungu eitt ynski um at luttaka saman við teirra javnaldrum. Nógv av hesum tiltøkum enda aftan á midnátt, og tá skulu tey so heimaftur!
Nógv foreldur hava ampa av hesum, tí hvussu skulu børnini koma út aftur til býlingarnar, tá tiltøkini eru liðug? Foreldrini vilja fegin tryggja sær og vita, at børn teirra kunnu koma trygg til og frá hesum tiltøkum!
Eitt hugskot at loyst henda trupulleika kundi verið ein kvøld- og náttarbussur. Fyri at stytta tíðina , ein bussur nýtur til at koyra runt allan býin, kundi bussurin koyrt á høvuðsvegunum, uttan at fara inn í sjálvar býlingarnar. Ein tílík farleið kundi so nýtt miðbýin sum knútapunkt. Eg ivist ikki í, at nógv ung vildu nýtt henda møguleika. Tey ungu vildu havt eina nógv styttri farleið frá bussinum, enn um tey skuldu gingið frá miðbý-num, og foreldrini høvdu verið munandi tryggari, at latið børn teirra farið til hesi tiltøk!