Í kvøld kenna B36 og KÍ sítt mótstøðulið

Europa League: B36 skal út at ferðast, meðan KÍ spælir á heimavølli í 3 umfari

Í gjár vann B36 seg víðari til 3. undanumfarið í Europa League. Hetta í dramatiskum dysti móti The New Saints úr Wales, sum ikki blivu knúgvaðir fyrr enn eftir brotssparkskapping. B36 skal antin til Hvítarusslands at spæla móti BATE Borisov, ella Bulgaria at spæla móti CSKA Sofia. Hesi liðini møtast í kvøld á Armia leikvøllinum í Sofia.

KÍ er eisini í 3. undanumfarinum í Europa League. Tilgongdin hevur verið eitt sindur øðrvísi, tí KÍ vann fyrst í 1. umfari í Champions League á Slovan Bratislava í umstríddum umstøðum uttan dyst, og tapti síðani í Sveis fyri Young Boys. Dysturin endaði 3-1 til heimliðið úr Bern.

UEFA hevur skipað tað soleiðis at meistaraliðini, sum verða útsligin í Champions League sleppa eisini at royna seg í Europa League. Tí er KÍ nú flutt yvir í 3. undanumfar í Europa League. Her hevur lutakastið givið KÍ heimavøll, sum tó verður á Tórsvølli, tí hóast altjóða góðkenning, so líkur vøllurin við Djúpumýru ikki treytirnar til 3. undanumfar í Europa League.

KÍ skal spæla móti vinnaranum av dystinum millum Connah’s Quay úr Wales og Dinamo Tbilisi úr Georgia. Dinamo Tbilisi hevur áður verið í Føroyum og spælt. Tað var í Champions League í 2008, tá NSÍ vann returdystin 1-0, eftir at hava tapt 3-0. Í 2013 vóru teir aftur í Champions League ørindum. Hesa ferð móti EB/Streymi, sum tapti 9-1 eitt samanlagt.