Í kvøld hevur Ólavur konsert í SALT

Ólavur á Váli Olsen fer á pallin í SALT fyri fyrstu ferð í kvøld

Í kvøld verður SALT á Drelnesi karmur um stórfingna konsert við Ólavi á Váli Olsen og bólki.

Hetta er fyrstu ferð Ólavur skal spæla í SALT, og áhoyrarar kunnu vænta eina vælfyrireikaða konsert frá einum trubaduri í toppformi.

Ólavur, saman við bólkinum, fer at spæla øll tey góðu stakløgini sum hann hevur givið út í seinastuni og eisini tað sum vit kenna frá fløguútgávuni hjá honum, “Her og Nú”.

Orkestrið er mannað av: 

Ólavur á Váli Olsen - Akk guitar og sang

Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur og kór

John Johansen - Bass og kór

Magni Husgaard - Klaver

Jóhan Ziskason - El guitar

Charlotta á Váli Olsen - Kór

Jona á Váli Olsen - Gestasangari og kór