TB venjarin Michael Winter hevur gjørt fleiri broytingar á liðnum hjá TB sammett við liðið, sum leygarkvøldið tapti 2-0 í Streymnesi.
Tríggir av útlendsku spælarunum, sum higartil hava verið millum teir fyrstu ellivu, eru í kvøld á beinkinum. Teir eru Musah Armah, Mads Raben og Samudeen Musah.
John Villi Wøldike Leo, Einar Thorsteinsson og Sebastian Kroner, sum var leikbannaður leygarkvøldið, eru nýggir millum teir fyrstu ellivu.
Hjá B36 er, sum tað varð sagt fyrr í dag Mattias Lamhauge í málinum, tí Símun Rógvi Hansen er skaddur. Stefan Radosavljevic, sum var á beinkinum ímóti Skála, er millum teir fyrstu ellivu, meðan Magnus Holm Jacobsen er á beinkinum íkvøld.
TB - B36 kl. 19.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmur Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Eirikur M. Ellendersen, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson – Poul Ingason
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard E. Olsen